

Ari og ítróttarstjórin eru ótrúliga lættir um bjargaða sætið hjá 07 Vestur í Betrideildini
25.10.2025Hoyr frásøgumannin, Trygva Absalonsen og viðmerkjaran, Jóhan á Mýrini siga frá teimum seks málunum, ið vóru skotin í dystinum 07 Vestur-EB/Streymur 3-3 (1-2). Hoyr Jóhan taka stutt samanum dystin, og hoyr samrøðurnar Trygvi gjørdi við 1) málverjan hjá 07 Vestur, Ara í Haraldsstovu Petersen, 2) Ítróttarstjóran hjá 07 Vestur, Jón Nordendahl, og 3) Sigfríð Skaale Clementsen, høvuðsvenjara hjá EB/Streymi. Ari og Jón eru ótrúliga lættir um bjargingina, meðan Sigfríður iðrar seg um, at EB/Streymur ikki knógvaði sætta plássið. Har var B68 við betri málúrtøku beint frammanfyri sundalagsmenn.















