Tann vinstrabeinti Joško Gvardiol skal til læknakanning og verður væntandi skjótt kunngjørdur í Manchester City.
Prísurin er kr. 670 mió fyri tann 21 ára gamla kroatiska verjuleikaran.
Joško Gvardiol kom úr Dinamo Zagreb í 2019 og hevur tey seinastu 4 árini leikt við RB Leipzig. Hann hevur leikt 87 dystir og skorað 5 mál fyri tað týska felagið.
RB Leipzig endaði á einum triðja plássið og vann DFB Pokal seinasta kappingarár. Teir vunnu eisini týsku steypakappingina fyrra árið.
Gvardiol fekk sín fyrsta landsdyst ímóti Belgia í 2021 sum 19 ára gamal og hevur leikt 21 landsdystir fyri Kroatia. Hann var eisini ein týðandi leikari til HM í Katar, tá ið teir fingu eitt triðja pláss.
Manchester City hevur mist nakrar týðandi leikarar í summar, so sum Riyad Mahrez og Ilkay Gundogan. Joao Cancelo er ávegis til F.C Barcelona og vandi er eisini fyri at missa Bernardo Silva.
Landsmaðurin Mateo Kovacic er einasta keypið hjá Manchester City í summar, tá ið hann bleiv keyptur úr Chelsea fyri kr. 217 mió.