Manchester United hevur longt sáttmálan við Erik ten Hag fram til 2026.
Erik ten Hag varð settur frá kappingarárinum 2022-23 og síðani hevur Manchester United verið eitt satt steypalið, tí ten Hag hevur ført liðið í tríggjar steypafinalur. Fyrsta árið vann felagið Carabao Cup ímóti Newcastle og í ár vann United FA Cuppina heldur óvæntað á býarliðnum City. Somu lið dystaðust eisini um FA Cuppina í 2022-23 og tá vann City.
Kappingarárið 2022-23 endaði United nr. 3 við 76 stigum, meðan United bert fekk 60 stig í undanfarna kappingarári og endaði á 8. plássi. FA Cup sigurin gav kortini atgongd til Europa League.
Tað er ongin loyna sambært bold.dk, at United hevur leitað eftir nýggjum felagsstjóra, men tað hevur ikki eydnast teimum at funnið tann rætta.
Sjálvur sigur ten Hag nakað soleiðis um nýggja sáttmálan: “Eg eri ógvuliga fegin um, at samstarvið heldur fram. Eg eri errin um tey framstig, sum felagið hevur rokkið, har vit eisini hava vunnið tvey steyp, men vit mugu arbeiða hart fyri, at United kann stríðast um ensk og europeisk steyp.”
Undanfarni sáttmálin vardi fram til 2025.