Mánadagur var heitasti skrásetti dagur nakrantíð

Skrivað

wplunnar

Dagfesting

Miðalhitin á jørðini mánadagin var 17 hitastig, og granskarar úr USA vilja vera við, at hetta er heitasti dagur á jørðini, síðan farið varð undir at gera hitamátingar seinast í 19. Øld.

Sambært BBC vilja granskararnir vera við, at ógvisligi hitin stendst av bæði veðurfyribrigdinum El Nino umframt veðurlagsbroytingum, sum eru ein avleiðing av nýtsluni av lívrunnum brennievni.

Undanfarni juni mánaður var eisini heitasti junimánaður, sum higartil er skrásettur.

Granskararnir, sum eru frá US National Centers for Environmental Prediction, siga, at fyrradagin kom miðalhitin á jørðini upp á 17,01 hitastig, og at hetta tí er nýtt met. Gamla metið, sum var 16,92 hitastig, varð mált í august í 2016.

Granskarar hava eisini verið ørkymlaðir um hitan í ár – bæði á landi og á sjógvi.

Eftir at várhitin í Spania og nógvum londum í Asia setti met, hevur ógvisligur hiti eisini verið at síggja á støðum, sum vanliga ikki siggja slíkan hita, sum til dømis í Norðsjónum.

Í Kina hevur eisini verið ógvisligur hiti hesa vikuna, har hitin summastaðni hevur hildið sær oman fyri 35 hitastig.

Mánadagin var hitin millum 8 og 12 hitastig í Føroyum, so tað trekti møguliga miðaltalið eitt sindur niður.