Manchester City hevur í kvøld keypt tann 29 ára gamla Mateo Kovacić úr Chelsea. Prísurin er áljóðandi 25 mió pund. Afturat tí eru 5 mió pund í “add-ons”.
Kovacić leikti 221 dystir fyri Chelsea í fimm kappingarár. Í tíðini á Stamford Bridge hevur hann vunnið Champions League, Europa League, FIFA Club World Cup og UEFA Super Cuper. Eisini var Kovacić kosin ársins leikari í felagnum fyri kappingarárið 2019/20.
Tann kroatiski miðvallarin hevur eisini leikt 95 landsdystir.
Kovacić hevur leikt við ymiskum stórfeløgum kring Evropa, millum annað kann nevnast Real Madrid, Inter og Dinamo Zagreb.