Manchester United fjeppari flýggjar til Føroya í lýsing hjá Paddy Power

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Vánaligasta kappingarárið hjá enska stórfelagnum Manchester United endaði í gjár við einum ósigri í finaluni í Europa League móti Tottenham.

Sum vera man, er ikki nógv um fjeppararnar hjá United í hesum døgum, og tað brúkar stóra veddingarfyritøkan Paddy Power í eini skemtiligari lýsing á X.

Í lýsingini rýmir ein United-fjeppari til Føroyar fyri at sleppa undan øllum, og lýsingarfilmurin verður deildur við hesum tekstinum.

Taptu móti Spurs. Nummar seksta á stigatalvuni og Liverpool er meistari, Man United fjepppar, deili hetta uppslagið fyri ein møguleika at sleppa undan allari umtalu af fótbólti hetta vikuskiftið.

Í vinninginum eru:
– Allar útreiðslur goldnar fyri ein fjarskotnan túr til Føroya
– Gisting uttan sjónvarp og internet