Premier League
Liverpool – Manchester United 2-2 (0-0)
Kreppurakta Manchester United gav oddaliðnum Liverpool óvæntaða harða mótstøðu, tá ið stórfeløgini í enskum fótbólti møttust á Anfield í Liverpool sunnudagin.
Tey flestu væntaðu ein dyst, har Liverpool stýrdi spælinum og legði trýst á Liverpool, men so var ikki, og Manchester United kundi tað sama fari avstað við sigrinum í dystinum, sum endaði við javnleiki 2-2.
Við ágangandi spæli og stríðsvilja eydnaðist Manchester United at steðga vanliga flótandi spælinum hjá Liverpool, sum hinvegin ikki sýntust ordiliga klárir til dystin.
Serliga høgri bakkur hjá Liverpool, Trent Alexander-Arnold, fekk eftir dystin harðar ákoyringar frá fótbóltsserfrøðingunum fyri ikki at vera til staðar. Nógv verður í løtuni spekulera, um maðurin við gylta høgra fótinum er á veg til Real Madrid, og fleiri hildu eftir dystin, at tað ávirkaði hansara avrik í gjár.
Manchester United legði seg fram um beint eftir steðgin, tá ið Lisandro Martinez úr spískum vinkli hamraði bóltin upp undir nettakið.
Liverpool javnaði nakrar minuttir seinni, tá ið Cody Gakpo við frálíkari fintu og góðum skoti sendi bóltin í málið.
Tá ið 20 minuttir vóru spældir eftir stegðin, kom bólturin í hondina á verjuleikarunum hja Manchester United, Matthijs De Ligt. Eftir VAR-døming peikaði dómarin á brotssparksblettin, og toppskjúttin í Premier League, Mohammed Salah, legði Liverpool fram um 2-1.
Nú hildu øll, at Liverpool fór at vinna, men United helt fram at stríðast, og tíggju minuttir fyri tíð javnaði Amad Diallo, tá ið beindi bóltin í málið eftir uppspæl í vinstru síðu.
Bæði liðini høvdu góðar møguleikar at avgera dystin, og serliga Harry Maguire hjá Manchester United man angra seg, at hann ikki skoraði upp á ein rimmar møguleika. Um hann skoraði, hevði málið kortini helst verið kolldømt av VAR, tí ein United leikari helst var rangstaddur í uppspælinum til málið.
Javnleikur og serliga avrikið var kærkomið hjá nýggja venjaranum hjá United, Ruben Amorim, sum ikki hevur havt serliga góð úrslit síðan hann setti seg í heita venjarasessin fyri seks vikum síðan.
Liverpool er framvegis seks stig fremst í Premier League, og hevur spælt ein dyst færri enn nærmastu kappingarneytarnir.
Leygardagin spældi Arsenal, sum roynir at elta Liverpool, javnt 1-1 móti Brighton, og eitt annað av oddaliðunum, Chelsea, spældi eisini javnt 1-1 móti Crystal Palace.
Í kvøld spælir Nottingham Forest, sum hevur klárað seg óvæntað væl higartil, á útivølli móti Wolves, og kann við einum sigri koma ájavnt við Arsenal á øðum plássi.
20. umfar í Premier League
Tottenham – Newcastle | 1 – 2 |
Aston Villa – Leicester | 2 – 1 |
Bournemouth – Everton | 1 – 0 |
Crystal Palace – Chelsea | 1 – 1 |
Manchester City – West Ham | 4 – 1 |
Southampton – Brentford | 0 – 5 |
Brighton – Arsenal | 1 – 1 |
Fulham – Ipswich | 2 – 2 |
Liverpool – Manchester United | 2 – 2 |
Mánadag 6 januar 2025 | |
Wolverhampton – Nottingham Forest | Klokkan 20.00 |
Stigatalva í Premier League
D | S | J | Ó | Mál | Stig | ||
1 | Liverpool | 19 | 14 | 4 | 1 | 47 – 19 | 46 |
2 | Arsenal | 20 | 11 | 7 | 2 | 39 – 18 | 40 |
3 | Nottingham Forest | 19 | 11 | 4 | 4 | 26 – 19 | 37 |
4 | Chelsea | 20 | 10 | 6 | 4 | 39 – 24 | 36 |
5 | Newcastle | 20 | 10 | 5 | 5 | 34 – 22 | 35 |
6 | Manchester City | 20 | 10 | 4 | 6 | 36 – 27 | 34 |
7 | Bournemouth | 20 | 9 | 6 | 5 | 30 – 23 | 33 |
8 | Aston Villa | 20 | 9 | 5 | 6 | 30 – 32 | 32 |
9 | Fulham | 20 | 7 | 9 | 4 | 30 – 27 | 30 |
10 | Brighton | 20 | 6 | 10 | 4 | 30 – 29 | 28 |
11 | Brentford | 20 | 8 | 3 | 9 | 38 – 35 | 27 |
12 | Tottenham | 20 | 7 | 3 | 10 | 42 – 30 | 24 |
13 | Manchester United | 20 | 6 | 5 | 9 | 23 – 28 | 23 |
14 | West Ham | 20 | 6 | 5 | 9 | 24 – 39 | 23 |
15 | Crystal Palace | 20 | 4 | 9 | 7 | 21 – 28 | 21 |
16 | Everton | 19 | 3 | 8 | 8 | 15 – 25 | 17 |
17 | Wolverhampton | 19 | 4 | 4 | 11 | 31 – 42 | 16 |
18 | Ipswich | 20 | 3 | 7 | 10 | 20 – 35 | 16 |
19 | Leicester | 20 | 3 | 5 | 12 | 23 – 44 | 14 |
20 | Southampton | 20 | 1 | 3 | 16 | 12 – 44 | 6 |