Marius Kryger Lindh heldur fram í B36

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

B36 boðaði á ársveitsluni í kvøld frá, at ársins leikari í felagnum, Marius Kryger Lindh, heldur fram í B36 í 2025.

Á Facebook skrivar B36, at tað var stórur rómur í ársveitsluni í kvøld, tá ið nýggi høvuðsvenjarin, Jákup Martin Joensen, kunngjørdi fyri veitslugestunum, at annar av toppskjúttum i B36 eisini spælir í hvítari blus komandi ár.

Løtu seinni varð Marius Kryger Lindh kosin ársins leikari í B36.

Marita D. Magnussen, forkvinna í B36, boðaði herfyri í B36-varpinum á FM1 frá, at allir útlendingarnir gevast í felagnum. Tað hendi eftir eitt skuffandi ár, har B36 boðaði frá, at felagið ætlaði at bjóða av í stríðnum um meistaraheitið. Árið endaði nummar fimm í Betrideildini og skal ikki spæla evropeiskan fótbólt fyri fyrstu ferð í fýra ár. Eisini tapti B36 steypafinaluna móti grannunum úr HB eftir brotssparkskapping. Nú er kortini greitt, at Marius Kryger Lindh heldur fram í B36.

Marius Kryger Lindh spældi úti á Argjum við AB i 2022 og 2023. Sambært FaroeSoccer skoraði hann 14 mál í 33 dystum fyri B36 í ár. Samanlangt hevur hann skotið 25 mál í 70 dystum, síðan hann kom til Føroya at spæla.