Marknaðarleiðarin hjá Atlantic sagt upp

Skrivað

Árni Gregersen

Dagfesting

Atlantsflog hevur gjørt nakrar bygnaðarbroytingar.

Broytingarnar hava havt vvið sær, at marknaðarleiðarin, Árni G. Olsen, hevur sagt seg úr starvinum, sigur Jóhanna á Bergi, stjóri, fyri in.fo.

Hon sigur, at tey hava gjørt nakrar bygnaðarbroytingar í felagnum, sum millum annað hava við sær broytingar í starvinum sum markanðarleiðari hjá felagnum. 

– Árni Olsen hevur valt ikki at vera partur í hesum bygnaðarbroytingum, og tí hevur hann sjálvur valt at fara aðrar leiðir, sigur Jóhanna á Bergi.