Eiðis kommuna skrivar á heimasíðu síni, at tað verður Martin Kúrberg, ið kemur at taka sær av kampingøkinum á Eiði komandi árini. Martin Kúrberg og Eiðis kommuna hava gjørt eina avtalu um leigu av økinum.
Martin hevur áður leiga kampingøkið frá kommununi og røkti sambært Eiðis kommunu uppgávuna avbera væl. Eiðis kommuna fegnast um, at avtalan er komin uppá pláss og ynskir Martini Kúrberg bestu eydnu við uppgávuni.