Liðfelagin hjá Hákun West av Teigum, heimsins besti hondbóltsleikari, Mathias Gidsel, hevur longt sáttmálan við týska hondbóltsfelagið Füchse Berlin til summarið 2029.
Frammanundan var sáttmálin galdandi til 2028, men nú er hann longdur við einum ári.
Mathias Gidsel sigur seg vera sera fegnan um at hava skrivað undir nýggja sáttmálan og sigur, at hann trýr fult og fast upp á ætlanina hjá felagnum.
Sambært týska miðlinum Sportbild fær Mathias Gidsel lønarhækking við nýggja sáttmálanum.
Áðrenn var hansara mánaðarløn mett at vera umleið 300.000 krónur, men nú er hon hækkað til umleið 375.000 krónur.
Bob Hanning, sum er stjóri í Füchse Berlin, sigur, at felagið hevur givið Mathias Gidsel møguleikan at áseta sína egnu løn, og at hann sjálvandi kundi havt vunnið meira í øðrum feløgum so sum Flensborg, Veszprem ella París.