Matskiljing og kompostskipan í skúlanum við Løgmannabreyt

Skrivað

wplunnar

Dagfesting

Skúlin við Løgmannabreyt hevur sett í verk eina matskiljing og kompostskipan, so at skúlin kann gera sín part at minka um CO2 útlátið.

Við øðrum orðum endar skal, fráskurðir og matur ikki í brenniovninum, saman við hinum ruskinum, men heldur verður komposteraður og nýttur til at taða moldina kring skúlan.

Fyri tveimum árum síðan varð byrjað at skilja kaffigrums og mat á lærarastovuni, og tá ið skúlin hevði fingið royndir við hesum, varð farið undir at fáa næmingarnar upp í.

Arbeitt varð við at gera serligir skiljivognar, sum vóru hóskandi og praktiskir, har næmingar í 1. og 7. flokki sluppu at royna seg.

Beint fyri summarfrítíðina vóru skiljivognar lidnir til allar skúlastovurnar, og nú eftir summarfrítíðina varð sett í gongd.

– Eitt er at fylla skiljivognarnar, teir skulu eisini tømast í kompostin. At gera hetta hava vit fingið fittu, røsku og dugnaligu næmingarnar í 5. flokki. Hetta verður gjørt soleiðis, at tey sum eru røklar, manna skiljiliðið, sum skal savna inn íløtini við matleivdum og fáa tær í komposttrumluna. Andrew, Hans, Malan og Bjørg vóru fyrstu at fáa uppgávuna, og tað megnaðu tey sera væl, skrivar Skúlin við Løgmannabreyt á heimasíðu sínari.

Fleiri myndir eru at síggja HER