Mattias Hellisdal skrivað undir við Västerås

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Svenska fótbóltsfelagið Västerås, sum stríðist fyri at flyta upp í bestu svensku deildina, váttar í morgun, at 19 ára gamli miðvallarleikarin hjá B36 og U21-landsliðsleikarin, Mattias Hellisdal, fer at spæla fyri felagið.

Mattias Hellisdal spældi fyrstu dystirnar í Betrideildini longu í 2023. Í fjør kom veruliga gjøgnumbrotið, og hann verður mettur sum ein av evnaríkastu leikarunum í føroyskum fótbólti.

Mattias hevur skrivað fýra ára sáttmála við Västerås SK. Hann spældi sín fyrsta venjingardyst fríggjadagin og verður klárur at spæla í næstu viku.

Sambært FaroeSoccer hevur Mattias spælt 62 dystir í Betrideildini fyri B36 og hevur skotið 9 mál.