– Máttu ringja eftir fólki til landsliðið

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Á myndini sveimar Turið Arge Samuelsen høgt inn av vinstra veingi í søguliga javnleikinum móti Kroatia í EM-endaspælinum í hondbólti. Men føroyskur landsliðshondbóltur hevur ikki altíð sveima so høgt.

Á tíðindafundi hjá landsliðnum í morgun hitti FM1 Turið Arge Samuelsen, sum hevur spælt 44 landsdystir síðan fyrsta landsdystin í 2012. Hon hevur harvið verið við í allari menningini av føroyskum landsliðshondbólti og hondbólti sum heild seinnu árini.

Hetta er ein staðfesting av, at eg havi verið við leingi, og at mann skal vera tolin fyri at koma til so góð úrslit, sum vit gjørdu í gjár, sigur hon, stolt av avrikunum hjá liðnum.

Máttu ringja eftir fólki at venja við landsliðnum

Men tað hevur ikki altíð verið soleiðis. Turið Arge Samuelsen greiðir frá, hvussu nógv er broytt á føroyska kvinnulandsliðnum síðan 2016-2017, tá ið ringjast mátti efir fólki at koma til venjingar.

– Í dag er kapping um plássini, og tað eru verri enn so allar, sum sleppa við. Tað kann næstan ikki samanberast, tí tað eru tvey fullkomiliga ymisk tíðarskeið, sigur hon.

Tær ungu hava eina aðra tilgongd

Ein stóran part av framgongdini hjá liðnum tilskilar Turið Arge Samulesen teimum ungu spælarunum, sum hava ment seg við at spæla uttanlands.

Vit njóta ótrúliga gott av, at tað eru onkrar, sum spæla onkra aðra staðni enn í Føroyum. Vilt tú vera best, so mást tú eisini spæla við og móti teimum bestu, sigur landsliðsleikarin.

Tá ið talan er um tilgongdina hjá teimum yngru leikarunum og teirra leikferð, heldur Turið, at tað sæst bæði til venjingar og landsdystir.

– Tær eru øgiliga stinnar, tí tær eru vanar at standa yvirfyri leikarum, sum eru øgiliga góðar. Samstundis haldi eg, at leikferðin er hægri hjá teimum.

Kroppurin skal venja seg at spæla á veinginum

Á landsliðnum er Turið Arge Samuelsen vongur. Men heima í Kyndli hevur hon ikki spælt á vonginum í fýra ár, og tað krevur nógv at umstilla seg til at avrika á hægsta stigi á einum plássi, sum hon ikki spælir á regluliga.

– Eg havi ikki spælt vongur í fýra ár. Tað krevur altíð rættiliga nógvar venjinar, áðrenn eg føli, at kroppurin hjá mær minnist, hvussu tað er at spæla vongur, greiðir hon frá, og gleðist eisini um, at tað veruliga loysnaði hjá henni í dystinum móti Kroatia í gjar, tá ið hon skoraði fimm ferðir.

Varin um framtíðina

Hóast Turið Arge Samuelsen bara er 29 ár, so er hon eitt sindur varin, tá ið hon verður spurd um framtíðina.

– Tað kenst eitt sindur, sum eg standi við eitt vegmót, og eg skal líka til at finna út av, hvat framtíðin hevur at bjóða. Eg veit faktiskt ikki ordiliga, sigur hon.

Vit ynskja Turið Arge Samuelsen og øllum hinum landsliðskvinnunum ein góðan landsdyst í morgin, og vóna sjálvandi at síggja hana á landsliðnum í fleiri ár framyvir.


Á myndini niðanfyri frøist Turið Arge Samuelsen saman við liðfelagnum úr Kyndli, Bjartu Johansen, eftir søguliga stigi móti Kroatia.

EHF – © Anze Malovrh / kolektiff