Tú lurtar eftir

Matur fyri Pætur nr. 01

13.04.2023

Í fyrstu sending av Matur fyri Pætur, sum verður send hvønn fríggjadag kl. 17.15, borðreiða Anna og Óli frá Heimablídni hjá Onnu og Óla á Velbastað við fiski. Uppskriftin uppá karrysuppu við fiski: 2 fiskafløk, 3 leykir, 5 fet hvíttleyk ella 2 lítlar rundar, heldur ov nógv enn ov lítið, 3 purrur, 5 gularrøtur, 5 miðal kókaði epli, 5 lógvar av skornum hvíttkáli, 1 dós tomatpuré, 2 litrar grønmetisboullion, olju, karry, salt, pipar og 3 lauberbløð 1 hálvan pott av frískum timina, bundið saman, so tað er lætt at fáa úr suppuni aftur. Ein spísiskeið av turkaðum timina kann eisini brúkast. Hita karry í olju í grýtuni; sker leyk, hvíttleyk , og purrur smátt og steik í karryoljuni; koyr boullion, epli, lauberbløð og timian í og kóka eina løtu, umleið 20 min, til grønmetið er moyrt. Tak lauberbløð og timian úr suppuni. Blenda síðan suppuna við tomatpuré og smakka til við salt, pipar og mango chutney, hot ella sweet ella eitt sindur av hvørjum, alt eftir hvat tú eigur inni. Koyr skornar gularrøtur í og kóka í 10-15 min. Meðan suppan kókar kanst tú gera kálið klárt. Olja verða hitað við eini spísiskeið av karry í og kálið vent í til tað hevur fingið hita. Tað skal ikki blíva bleytt, men hava bit. Koyr eitt sindur av flaka salti á. Koyr síðan hvíttkál og smáar bitar av fiskaflaki í supputallerk og rúkandi heita suppu omaná og lat standa 2-3 min, til fiskurin er loyptur. Afturvið smakkar væl at eta ostabreyð. Brúka okkurt breyð tú eigur inni, smyr við sinnoppi og koyr ost á. Set í heitan ovn og lat standa til osturin er væl smeltaður. Vælgagnist Vertur er Óli G. Samuelsen. Samskipari og myndatakari: Stella Zachariassen

{{ currentTimeFormatted }} / {{ durationFormatted }}

Matur fyri Pætur (ljóð)

Allar sendingar í røðini
(Myndir) Matur fyri Pætur nr. 8

Myndirnar tók Stella Zachariassen

05.05.2023
Matur fyri Pætur 8. partur (Kebab)

Hesaferð vístu Anna og Óli Rubeksen frá Heimablídni á Velbastað Óla G. Samuelsen og Stellu Zachariassen hvussu…

05.05.2023
Matur fyri Pætur nr. 7

[audio mp3="https://www.fm1.fo/wp-content/uploads/2024/07/Matur-Fyri-Paetur-nr-0007-Heimablidni-hja-Onnu-og-Ol…

28.04.2023
Matur fyri Pætur nr. 7 (Myndir)

Myndirnar og samskipari av sendingini: Stella Zachariassen

28.04.2023
Matur fyri Pætur nr. 6 (Myndir: Stella Zachariassen)

[Best_Wordpress_Gallery id="13" gal_title="Matur fyri Pætur nr. 6 (Myndir: Stella Zachariassen)"]

24.04.2023
Matur Fyri Pætur nr. 6 – Fiska burgari

Í 6. sending høvdu Anna og Óli eisini 8 ára gamla Boas Zachariassen við at gera mat. Hetta bleiv ein uppliving…

23.04.2023
Matur fyri Pætur nr. 6

Myndir og redigering: Stella Zachatiassen https://vimeo.com/819891175

21.04.2023
Matur fyri Pætur

https://vimeo.com/manage/videos/819545851/e844e91de9

20.04.2023
Matur fyri Pætur

[Best_Wordpress_Gallery id="8" gal_title="Matur fyri Pætur"]

17.04.2023
Matur fyri Pætur nr. 5 – Anna og Óli gera Chili con Carne.

Í 5. parti av Matur fyri Pætur borðreiða Anna og Óli við Chili Con Carne og heimagjørdum eplamorli. Eisini gjø…

17.04.2023
Matur fyri Pætur nr. 3

Hesaferð borðreiddu Anna og Óli við tveimum máltíðum. Gjørt var av at gera Høsnarungatartelettir og so brúka s…

14.04.2023
Matur fyri Pætur nr. 03

Hesaferð borðreiddu Anna og Óli við tveimum máltíðum. Gjørt var av at gera Høsnarungatartelettir og so brúka s…

14.04.2023
Matur fyri Pætur nr. 02

Í hesari sending, sum er onnur sendingin av Matur fyri Pætur, borðreiða Anna og Óli við einari Laksa spinat la…

14.04.2023
Matur fyri Pætur nr. 4 – Fiskafrikadellur og Klapptosk.

Her borðreiddu Anna og Óli við fiskafrikadellum og Klapptoski úr Gulllaksafarsi. Fiskafrikkkadellur úr Sandvík…

03.04.2023
Matur fyri Pætur nr. 1

Í fyrstu sending var fiskur á skránni. Hoyr hvat Anna og Óli Rubeksen av Velbastað gjørdu burturúr tilfarinum,…

13.03.2023