Tú lurtar eftir

Matur fyri Pætur nr. 5 – Anna og Óli gera Chili con Carne.

17.04.2023

Í 5. parti av Matur fyri Pætur borðreiða Anna og Óli við Chili Con Carne og heimagjørdum eplamorli. Eisini gjørdi Anna ein dressing afturvið. Chili con carne við eplamorl og dressingi 650 gr hakkikjøt 5 gularrøtur 1/2 sellerihøvd 2-3 stórar chili 3-4 leykir 5 fet av hvíttleyki 2,5 tsk koriander 2,5 tsk spidskumman 1 tsk kanel 3 dósir flustar tomatir 1 dós tomatkonsentrat 1 -2 dósir kidney bønir Sker alt grønmetið, chili og leykir í smáar bitar og hita væl í olivenolju saman við kryddaríum. Tá grønmetið hevur fingið lit, koyrir tú kjøtið í og steikir alt saman. Koyr tomatir og koncentrat í og kóka umleið 1/2 tíma.Um tit ynskja rættin eitt sindur sterkari, so smakka til við chili flakum Koyr bønirnar í beint áðrenn sett verður á borðið, so bønirnar hitna, men ikki kókað. Eplamorl 1 1/2 kg bakieplir, smátt skorið. Kóðað við umleið 1 dl olivenolju og sindur av vatni. Kókað uttan lok til eplini morla og rør av og á, so tað ikki brennir. Koyr umleið 50 gr smør og 2 dl róma í og smakka til við salt og pipar Dressingur 1 ílat við súrróma 18 %, sum tú smakkar til við salti, pipar og kryddarí, sum tær dámar. Vit royndu okkum við turkaðari bótarurt, sum veksur sera væl í føroyum. Vertur: Óli G. Samuelsen Fyriskipari og Myndatakari: Stella Zachariassen

{{ currentTimeFormatted }} / {{ durationFormatted }}

Matur fyri Pætur (ljóð)

Allar sendingar í røðini
(Myndir) Matur fyri Pætur nr. 8

Myndirnar tók Stella Zachariassen

05.05.2023
Matur fyri Pætur 8. partur (Kebab)

Hesaferð vístu Anna og Óli Rubeksen frá Heimablídni á Velbastað Óla G. Samuelsen og Stellu Zachariassen hvussu…

05.05.2023
Matur fyri Pætur nr. 7

[audio mp3="https://www.fm1.fo/wp-content/uploads/2024/07/Matur-Fyri-Paetur-nr-0007-Heimablidni-hja-Onnu-og-Ol…

28.04.2023
Matur fyri Pætur nr. 7 (Myndir)

Myndirnar og samskipari av sendingini: Stella Zachariassen

28.04.2023
Matur fyri Pætur nr. 6 (Myndir: Stella Zachariassen)

[Best_Wordpress_Gallery id="13" gal_title="Matur fyri Pætur nr. 6 (Myndir: Stella Zachariassen)"]

24.04.2023
Matur Fyri Pætur nr. 6 – Fiska burgari

Í 6. sending høvdu Anna og Óli eisini 8 ára gamla Boas Zachariassen við at gera mat. Hetta bleiv ein uppliving…

23.04.2023
Matur fyri Pætur nr. 6

Myndir og redigering: Stella Zachatiassen https://vimeo.com/819891175

21.04.2023
Matur fyri Pætur

https://vimeo.com/manage/videos/819545851/e844e91de9

20.04.2023
Matur fyri Pætur

[Best_Wordpress_Gallery id="8" gal_title="Matur fyri Pætur"]

17.04.2023
Matur fyri Pætur nr. 3

Hesaferð borðreiddu Anna og Óli við tveimum máltíðum. Gjørt var av at gera Høsnarungatartelettir og so brúka s…

14.04.2023
Matur fyri Pætur nr. 03

Hesaferð borðreiddu Anna og Óli við tveimum máltíðum. Gjørt var av at gera Høsnarungatartelettir og so brúka s…

14.04.2023
Matur fyri Pætur nr. 02

Í hesari sending, sum er onnur sendingin av Matur fyri Pætur, borðreiða Anna og Óli við einari Laksa spinat la…

14.04.2023
Matur fyri Pætur nr. 01

Í fyrstu sending av Matur fyri Pætur, sum verður send hvønn fríggjadag kl. 17.15, borðreiða Anna og Óli frá He…

13.04.2023
Matur fyri Pætur nr. 4 – Fiskafrikadellur og Klapptosk.

Her borðreiddu Anna og Óli við fiskafrikadellum og Klapptoski úr Gulllaksafarsi. Fiskafrikkkadellur úr Sandvík…

03.04.2023
Matur fyri Pætur nr. 1

Í fyrstu sending var fiskur á skránni. Hoyr hvat Anna og Óli Rubeksen av Velbastað gjørdu burturúr tilfarinum,…

13.03.2023