, ,

Mauricio Pochettino hevur fingið sín fyrsta sigur sum Chelsea venjari

Skrivað

wplunnar

Dagfesting

Chelsea var greitt omaná í kvøld á Stamford Bridge, tá ið teir tóku ímóti uppflytararnar Luton Town. Venjarin Mauricio Pochettino hevði enn sín fyrsta sigur til góðar, men í kvøld eydnaðist tað.

Serliga Raheem Sterling skaraði frammúr og átti part í øllum trimum málunum. Tann 28 ára gamli Raheem Sterling legði heimaliðið á odda tíðliga í fyrra hálvleiki og skoraði seinna málið miðskeiðis í øðrum hálvleiki. Tað triðja málið kom eftir einum innleggi frá júst Raheem Sterling í høgru síðu, sum áleyparin Nicolas Jackson kundi seta í netið.

Tá ið tað skal samanberast á tí peningaliga økinum, er stórur munur á bæði feløgini. Chelsea hevur keypt 9 leikarar fyri 3 milliardir og selt 13 leikarar fyri í alt 1,9 milliardir. Ímeðan uppflytarinir úr Luton hevur keypt 9 leikarar fyri í alt 150 milliónir danskar krónir og latið 3 leikarar fara.

Chelsea hevur 4 stig aftaná 3 dystir við sigrinum í kvøld. Uppflytarnir Luton hava enn sítt fyrsta stig til góðar.