Mbappe og Frakland ikki til Føroya

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Tað eynaðist Fraklandi at vinna seinna avgerandi dystin í UEFA Nations League móti Kroatia 2-0, og harvið var samanlagda úrslitið 2-2, og brotssparkskapping mátti til fyri at avgera, hvør teirra ikki skuldi í EM-undanbólk L saman við Føroyum.

Kroatia brendi tvey brotsspørk og Frakland brendi tvey. So skiftust londini at skjóta eitt og eitt brotsspark, og tá var Kroatia fyrst at brenna, og so avgjørdi Dayot Upamececano brotssparkskappingina fyri Frakland.

Harvið verður tað Kroatia, sum skal í bólk L saman við Føroyum, Kekkia, Montenegro og Gibraltar.

Fyri nógva fótbóltsfjepparar er hetta helst eitt lítið skuffilsi, tí tey flestu høvdu uttan iva droymt um, at fáa Frakland og Kylian Mbappe til Føroyar at spæla.


HM-endaspælið verður í USA og Kanada í 2026

48 lond verða við í HM-endaspælinum og av hesum verða 16 lond úr Evropa.

Tey 54 evropeiskum londini er býtt í tólv HM-undanbólkar, seks bólkar við fimm londum og seks bólkar við 4 londum.

Teir tólv vinnararnir í hvørjum bólki spæla seg beinleiðis til HM-endaspælið.

Teir tólv tveyararnir skulu saman við fýra londum, sum koma við gjøgnum Nations League, spæla um fýra tey seinastu evropeisku plássini. Tað verður avgjørt í fýra bólkum við hálvfinalum og finalum.

Her eru allir 12 undanbólkarnir til HM 2026

Bólkur A

  • Týskland
  • Slovakia
  • Norðurírland
  • Luksemborg

Bólkur B

  • Sveis
  • Svøríki
  • Slovenia
  • Kosovo

Bólkur C

  • Danmark
  • Grikkaland
  • Skotland
  • Hvítarussland

Bólkur D

  • Frakland
  • Ukraina
  • Ísland
  • Aserbadjan

Bólkur E

  • Spania
  • Turkaland
  • Georgia
  • Bulgaria

Bólkur F

  • Portugal
  • Ungarn
  • Írland
  • Armenia

Bólkur G

  • Niðurlond
  • Pólland
  • Finnland
  • Litava
  • Malta

Bólkur H

  • Eysturríki
  • Rumenia
  • Bosnia og Herzegovina
  • Kýpros
  • San Marino

Bólkur I

  • Italia
  • Noreg
  • Ísrael
  • Estland
  • Moldova

Bólkur J

  • Belgia
  • Wales
  • Norðurmakedónia
  • Kasakstan
  • Liktinstein

Bólkur K

  • Ongland
  • Serbia
  • Albania
  • Lettland
  • Andorra

Bólkur L

  • Kroatia
  • Kekkia
  • Montenegro
  • Føroyar
  • Gibraltar