Megnar HB aftur at taka stig frá KÍ

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Í dag, sunnudagin 24. august, verður 20. umfar í Betrideildini hjá monnum avgreitt við fýra dystum.

Tríggir teirra byrja klokkan 15.00, og tann seinasti klokkan 17.15.

Størsti dysturin er í Klaksvík, har oddaliðið KÍ tekur móti næststerkasta liðnum HB. Hetta er seinasta møguleiki hjá HB at kynda ein neista í oddastríðnum.

KÍ er enn ósigrað í ár, við 17 sigrum og einum javnleiki. HB er einasta liðið, sum hevur megnað at fingið stig móti KÍ. Tað hendi í Gundadali í mai, tá ið tað endaði 1-1.

HB hevur ikki tapt undir venjaranum André Olsen í Føroyum. Men ein sigur má til í dag, um tað skal líkjast einum FM-stríði seinastu umførini.

KÍ hevur ikki tapt á heimavølli síðan móti Víkini juni í fjør, og um liðið hjá Magnus Powell vinnur á 121-ára stovningardegnum hjá KÍ, so verður KÍ í minsta lagi 10 stig fremst, við einum dysti færri. Tá fangar so eingin KÍ aftur.

Á ovara vølli í Havn hittast B36 og B68. B36 hevur tapt tríggjar teir seinastu dystirnar og hevur mist fótafestið í miðjuni. B68 liggur á sjeynda plássi og hevur eisini havt trupult við at fáa stig. Bæði lið hava stóran tørv á einum sigri.

Í Runavík tekur NSÍ móti FC Suðuroy. NSÍ hevur skorað flest mál av øllum liðum, heili 71 mál í 19 dystum, men hevur mist annað plássið til HB. FC Suðuroy hevur seinnu umførini stríðst seg upp um niðurflytingarstrikuna við nøkrum góðum úrslitum.

Seinasti dysturin í umfarinum verður klokkan 17.15 í Sarpugerði, har Víkingur tekur móti EB/Streymi. Víkingur liggur á fjórða plássi og hevur vunnið tríggjar av seinastu fimm dystunum. EB/Streymur hevur ikki vunnið í fimm dystir og hevur trupult við at halda fast í miðjuni.

Í gjár, leygardagin, vann 07 Vestur ein týðandi 3-0 sigur á TB. Nicolai Møller Dohn skoraði tvey mál, og Casper Gedsted Hansen setti punktum í 90. minutti.

(Savnsmynd: Sverri Egholm)


Dystarskráin – 20. umfar

Leygardagur 23. august

  • 07 Vestur – TB 3-0

Sunnudagur 24. august

  • Kl. 15.00: KÍ – HB (í Klaksvík)
  • Kl. 15.00: B36 – B68 (í Havn)
  • Kl. 15.00: NSÍ – Suðuroy (í Runavík)
  • Kl. 17.15: Víkingur – EB/Streymur (í Norðragøtu)

Stigatalvan – Betrideildin

DVJTMF+/-Stig
1181710628+5452
2HB1914234529+1644
3NSÍ1913337125+4642
4Víkingur199462922+731
5B36197482933-425
6EB/Streymur186572031-1123
7B681954102445-2119
8Suðuroy1941141747-3013
9TB2025122061-4111
1007 Vestur2021162440-1610