Fótbóltsleiðin hjá 27-ára gamla landsliðsleikaranum í fótbólti, Meinhardi Egilsson Olsen, heldur fram í Kolding IF í næstbestu donsku deildini. Tað boðaði Kolding frá i gjárkvøldi..
Meinhard Olsen kemur úr Mjølndalen í næstbestu norsku deildini, har hann hevur spælt síðan 2022.
Meinhard Olsen, sum hevur spælt 34 landsdystir fyri Føroyar, sigur við heimasíðuna hjá Kolding, at hann er sera fegin um at vera í felagnum.
Ítróttarstjórin í Kolding IF, Niklas Nürnberg, sigur seg vera vísan í, at Meinhard fer at vera ein góð tilgongd fyri felagið.
Meinhard Olsen er uppvaksin í NSÍ og hevur hevur sambært FaroeSoccer spælt 93 dystir og skorað 28 mál í bestu føroysku deildini. Uttanlands hevur hann spælt við Vendsyssel FF í Danmark, GAIS í Svøríki, Kristiansund í Noregi, Bryne í Noregi og Mjøndalen í Noregi, umframt í Betrideildini við NSÍ og B36.