KÍ boðar frá, at felagið hevur gjørt tvey ára sáttmála við norska verjuleikaran Robert B.C. Williams, sum kemur frá Egersund IK í næstbestu deildini í Noreg. Tað hendur bert fáar dagar eftir, at KÍ boðaði frá, at tríggir argentinar skulu spæla við KÍ í summar.
Magnus Powell, venjari hjá KÍ, fegnast um nýggja leikaran:
– Vit fegnast um, at Robert verður partur av besta mansliðnum. Hóast bert skjótt 25 ára gamal, hevur hann drúgvar royndir á høgum støði. Vit fáa ein kvikan álopsinnaðan vongbak, sum eisini er frálíkur í verjustøðu ein ímóti einum. Vit venjarar vóna og vænta, at hann kann mennast enn meir í okkara fótbóltsumhvørvi.
Robert Williams, sum verður 25 ár fyrsta dagin, sigur sjálvur, at hann gleðir seg til at spæla fyri KÍ:
– Mítt val fall á KÍ, sum eg veit er eitt gott og spennandi felag. Eg havi hoyrt, at KÍ er ein søguliga væl virkandi felagskapur við frálíkum umstøðum at menna fótbóltsevnini til enn hægri stig. Avbjóðingina bæði at luttaka í landskappingini og á altjóða støði síggi eg við spenningi fram til.
Robert væntast at koma til Føroyar mikudagin og fer at luttaka í venjingunum seinni í vikuni.