Meistararnir taka móti oddaliðnum í kvøld

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Ein dystur í 16. umfari í Betrideildini hjá monnum verður spældur í Sarpugerði í Gøtu í kvøld klokkan 19.00, tá ið Víkingur tekur móti einaráðandi oddaliðum KÍ.

KÍ skal royna at halda fast í sera góðu gongdini higartil hetta kappingarárið, har teir bara hava mist tvey stig í javnleiki móti HB. Meðan Víkingur í sínum lagi, skal royna at vinna týðandi stig í stríðnum um fjórða plássið, sum gevur atgongd til evropeiskan fótbólt.

Dysturin er framskundar nakrar dagar, tí bæði liðini skulu spæla evropeiskar dystir í næstu viku.

Víkingur spælir týskvøldið í Champions League móti Lincoln Red Imps úr Gibraltar. Dysturin verður spældur við Djúpumýrar í Klaksvík.

KÍ skal næsta hósdag til Finnlands at spæla móti SJK í UEFA Conference League.


Hinir dystirnir í 16. umfari verður spældir um vikuskiftið.

Leygardagin 5. juli

Kl. 15.00 TB- NSÍ
Kl. 15. 00 FC Suðuroy – 07 Vestur
Kl. 17.15 B68 – EB/Streymur

Sunnudagi 6. juli
B36 – HB


Stigatalvan í Betrideildini

DVJTMFMMStig
11514105184343
2HB15111336251134
3NSÍ15102358193932
4Víkingur157352015524
5B36157352522324
6EB/Streymur156361525-1021
7B68155282032-1217
807 Vestur1521121730-137
9TB1514101247-357
10FC Suðuroy152013839-316