,

Menninir byrja eisini á heimavølli

Skrivað

wplunnar

Dagfesting

Menninir spæla sín fyrsta dyst í Silvurliguni mánadagin 29. mai klokkan 18 í høllini á Hálsi, tá Kýpros vitjar. Kýpros spælir eisini sín “heimadyst” í Føroyum, so tí verður aftur dystur á Hálsi longu dagin eftir millum somu lið. Hitt liðið í bólkinum er Lettland.

Lettland er hægst styrkismetta liðið í bólkinum sum nr. 27 í Evropa. Kýpros liggur á 35. plássi, beint frammanfyri Føroyar á 37. plássi.

Dystarskráin hjá monnum:
29. mai kl. 18:00: Føroyar – Kýpros
30. mai kl. 19:00: Kýpros – Føroyar (spældur í Føroyum)
4. juni kl. 19:00: Føroyar – Lettland
10. juni kl. 19:00: Lettland – Føroyar

Føroyska manslandsliðið:
Bjarni Joensen
Mattias Nolsøe Isaksen
Filip Ilic
Ólavur Johannesen
Hjørtur Joensen
Hákun Heinason
Jóhan Arni Elisson Wang
Teitur Eliasen
Vuc Ilic
Tóki í Haraldstovu
Thorvald Danielsen
Niels Niclasen
Silas Poulsen
Símun H. Poulsen

Venjari: Boban Ilic
Hjálparvenjari: Oleksandr Dmytriiev