,

Mentanarviðrislønir landsins 2024

Skrivað

Durita Adela

Dagfesting

Í kvøld eru mentanarvirðislønir landsins handaðar. Tað hendi í Varpinum í Klaksvík. Randi Ward fekk heiðursgávu landsins, sum er uppá 75.000 krónur, fyri hennara arbeiðið at týða føroyskar bøkur til útlendsk mál.

Fyri listaligu avrik síni fær Hanni Bjartalíð handað, Mentanarvirðisløn landsins 2024.

Mentanarvirðisløn landsins er 150.000 krónur, og hon verður latin fyri at heiðra føroyskt mentafólk sum tøkk fyri útint listaligt avrik.

Fyri sína týðandi rødd á føroyska listapallinum fær Beinir Bergsson virðisløn til ungt listafólk 2024.

Virðisløn til ungt listafólk er 50.000 krónur og hon verður latin ungum, sum hevur víst serliga góðar gávur og fyri at eggja til framhaldandi virksemi og menning.

Myndir: Jens Kristian Vang