Ljósfestin í Vági verður hildin um vikuskiftið. Hetta er fimta árið á rað, at Vágs Kommuna skipar fyri mentanarvikuskiftinum, sum varð endurstovnað í 2021 saman við SEV í sambandi við 100 ára haldið fyri fyrsta el-verkið í Føroyum, el-verkið í Botni í Vági.
Fríggjakvøldið klokkan 19.00 verður heiðran av vágbingum í tjaldinum. Borgarstjórin og býráðslimir avdúka heiðursfólkini. Levi R. Mørk, formaður í mentamálanevndini, bjóðar vælkomin. Tónleikur verður við Karl Martin Samuelsen, Mikkjal Hvannastein, Jákubina Ellingsgaard og Ragnar í Vík. Eisini spæla Gerhard og Áki á Jugga seinni á kvøldinum. VB og FC Suðuroy hava sølubás í tjaldinum.
Leygardagin klokkan 13.00 letur listaframsýning upp í Suðuroyar Sparikassa. Har síggjast verk frá Absalon Absalonsen, Eiriksdóttir Art (Annu Eiriksdóttir), Tormóði Djurhuus, Ullu Bærendsen, Svend Erik Stenberg, Mikalu Vilhelm og fleiri.
Klokkan 15.00 er barnaundirhald á pallinum við Bubu og Odda. Klokkan 14.00 verður filmsýning og prát við Róin Siggertsson í Miðlatúni. Klokkan 18.30 setir Dagfinn Olsen Ljósfestina á stóra pallinum.
Síðan verður tónleikabrak við Lív og Tróndi, Signari í Homrum, Janusi Wiberg Mortensen, Section, Mariusi Ziska, Hvarv og Danny & the Weetos. Gissur Patursson er plátuvendari og Bjørn Hentze Bech pallstjóri. Fýrverk verður á midnátt við BYGMA Suðuroy.
Sunnudagin klokkan 11 er ljós- og útvarpsgudstænasta í kirkjuni við Hanus Pál Jógvanssyni. Klokkan 13.00 er felagssunnudagsskúli í tjaldinum, og klokkan 19 endar Ljósfestin við felagsmøti og sangi.
LJÓSFEST – Har okur møtast
Vágs Kommuna – 15., 16. og 17. august 2025
Fríggjadagin – 15. august
- 15.00–19.00 Páls Høll er opin
- 15.00–17.00 Ruth Smith savnið er opið
- 16.00–19.00 Biskupskelduhúsið er opið
- 18.30–00.00 Ølsøla í tjaldinum við VB og FC Suðuroy
- 19.00 Heiðran av vágbingum í tjaldinum
- Levi R. Mørk, formaður í mentamálanevndini, bjóðar vælkomin
- Erhard Joensen og borgarstjórin Bjarni Johansen avdúka heiðursfólk
- 19.30–00.00 Livandi tónleikur í tjaldinum
- 19.30: Karl Martin Samuelsen & Mikkjal Hvannastein
- 21.00: Jákubina Ellingsgaard við bólki
- 22.00: Ragnar í Vík
- 22.00–04.00 Pub quiz hjá Jugga og tónleikur við Gerhard & Áka
- 22.00–01.00 Biskupskelduhúsið er opið
Leygardagin – 16. august
- 08.30–11.00 Páls Høll og hoppiborgir í Marghøllini (ókeypis)
- 13.00–15.00 Ponyríðing í Lágabø við Suðuroyross
- 13.00–17.00 Listaframsýning í Suðuroyar Sparikassa
- Rakul í Lágabø bjóðar vælkomin
- Listafólk: Absalon Absalonsen, Anna Sólvá Eiriksdóttir, Ulla Bærentsen, Svend Erik Stenberg, Mikala Vilhelm, Marian Johansen, Djona Suðuroy
- 13.00–17.00 Sølutorg í tjaldinum og Handverkarafelagnum
- Vørur frá Quinna.fo, Oluffa Joensen, Eilin Hovgaard, BiBi’s Cakery, Anita R. Nysted, Iris Strøm Winther, Natalia Vár Skorastein, Eivør Bjarnadóttir Hansen, Sigtóra Olsen, Marianna Hammer, Vesturgarður
- 14.00 Filmsýning av RÓIN í Miðlatúni
- Prát og framførsla við Róin Siggertsson
- 15.00–17.00 Barnaundirhald á pallinum við BuBu og Odda
- 17.00–17.00 & 18.00–02.00 Ári Ákason selur pannukøkur og burgarar
- 15.00–17.00 Ruth Smith savnið er opið
- 15.00–02.00 Ølsøla í tjaldinum við VB og FC Suðuroy
- 17.00–02.00 Foodtruck: Suðuroyar Pizza Kebab Hús
- 18.30 Dagfinn Olsen setir Ljósfest á pallinum
- 19.00–02.00 Tónleikur á pallinum
- Plátuvendari: Gissur Patursson
- Pallstjóri: Bjørn Hentze Bech
- 19.00–19.30: Lív og Tróndur
- 19.30–20.30: Signar í Homrum
- 20.30–21.30: Janus Wiberg Mortensen
- 21.30–22.30: Section
- 22.30–23.30: Marius Ziska
- 23.30–00.30: Hvarv
- 00.30–01.30: Danny & the Weetos
- 00.00 Fýrverk við BYGMA Suðuroy (Nýggjársnevndin)
Sunnudagin – 17. august
- 09.00–12.00 Páls Høll og hoppiborgir í Marghøllini
- 11.00 Ljós- og útvarpsgudstænasta í Vágs kirkju við Hanus Pál
- 13.00 Felagssunnudagsskúli í tjaldinum (Bethel, Frelsunarherurin, Missiónshúsið)
- 19.00 Felagsmøti í tjaldinum