Merkta grindin ferðast suðureftir

Skrivað

wplunnar

Dagfesting

Grindin, sum varð merkt í Sandavági í farnu viku, hevur í døgunum síðan merkingina ferðast suðureftir og er komin suður um Sumbiarstein.

Hetta veit Havstovan at siga.

Havstovan sigur, at grindin taldi um 40 hval, og um 15 teirra gjørdu landgongd í Sandavági. Fimm teirra fingu fylgisveinasendarar festar á hornið, og síðan varð øll grindin slept.

Tað tók umleið trý korter at merkja, og eftir at grindin fór úr Sandavági, helt hon leiðina suðureftir fram við Sandoynni og í Suðuroyarfjørð. Har fór hon eystur um Suðuroynna og helt síðani fram suðureftir.

Havstovan sigur eisini, at nú 40 dagar eru farnir, síðan springararnir vórðu merktir í Fuglafirði, er annar farin norður eftir í hellingini eystaru megin Hetlandsrennuna, og er nú komin norður á 63 breiddarstig norð móti Norskahavinum.

Hin springarin hevur ligið støðufastur á 62 breiddarstigum, 160 fjórðingar vestan fyri Føroyar. Tíverri sløknaði sendarin á hesum springaranum fyri nøkrum døgum síðani, sigur Havstovan.