Methøg grøna elframleiðsla í 2024

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Grøna elorkuframleiðslan vaks við 18 prosentum og setti met fjórða árið á rað. Tað skrivar SEV.

Samlaða elframleiðslan fyri alt landið var 480 GWt, smá 57 prosent varandi orka og góð 43 prosent úr olju. Eftirspurningurin eftir elorku økist framvegis og vaks 5 prosent samanborið við 2023.

Vindorkan hevur staðið seg væl, við einum meti á 153 GWt, næstan tríggjar ferðir so nógvsum framleiðslan í 2021 á 54 GWt. Fleiri veitarar framleiða vindorku inn á føroyska elnetið:

  • Vindrøkt á Gellingarkletti: 73 GWt
  • Magn í Flatnahaga: 40 GWt
  • Røkt í Vestmanna: 2,2 GWt
  • Sev í Húsahagi: 17 GWt, Porkeri: 17,2 GWt, og Neshagi: 3,4 GWt

Battarískipanin á Sundi varð verksett í desembur 2023 og økti gagnnýtslan av vindorkuni úr 53 prosentum í 2022 til 68 prosent í 2024.

Hóast fleiri vatnorkuverkið ikki vóru tøk alt árið, so regnaði so mikið illa í august og desebur, at elframleiðslan úr vatnorku var 111 GWt, harav Eiðisverkið stóð fyri meir enn helvtina við 61 GWt.

Elframleiðslan úr olju minkaði við 8 prosentum til 208,5 GWt, svarandi til 9000 tons av sparadari tungolju og smá 30.000 tons av CO2 útláti.

Biogassverkið Førka stóð fyri 1,5 prosentum av samlaðu elframleiðsluni, við eini øking á 76 prosent frá 4 GWt í 2023 til 7 GWt í 2024.

Í Suðuroy var elframleiðslan 100 prosent grøn í góð 110 samdøgur. Vindorkuframleiðslan setti met við 17,3 GWt. Battarítøknin riggar væl, og gagnnýtslan av vindorkuni var 75 prosent samanborið við 70 prosent í 2023 og 46 prosent í 2022.

Samlaða grøna framleiðslan á 271 GWt í 2024 vísir ein týðiligan vøkstur og lovar væl fyri framtíðina.