Ladsstýrismálanevndin hevur fingið eitt upprit frá advokati, sum umboðar landstýriskvinnuna við umhvørvismálum, Ingilín D. Srøm.
Í niðurstøðuni sigur advokaturin, at hann ikki metir at ákærurnar móti landsstýriskvinnuni í fyribils niðurstøðuni hjá nevndini lýkur minstutreytirnar fyri eina roynd av, at ákæran mest sannlíkt eisini vil føra til ein dóm.
Í uppritinum, sum advokaturin hevur gjørt, slær hann eisini fast, at próvbyrðan liggur hjá landsstýrismálanevndini. Tað er nevndin, sum skal prógva, at landsstýriskvinnan hevur gjørt brot á lógina um ábyrgd landsstýrismanna.
Advokaturin vísir á, at brotið skal kunna prógvast eins væl og brot á aðrar revsilógir. Krøvini eru rættuligsa strong – ivin skal koma tí ákærda til góðar.
Landsstýrismálanevndin fer í komandi viku at viðgera viðmerkingarnar frá Ingilín D. Strøm og advokatinum.