Ongantíð fyrr hava so nógvir bilar koyrt gjøgnum Eysturoyartunnil sum í mai. Tað vísa nýggjastu hagtølini hjá Tunnilsfelagnum.
207.294 bilar koyrdu gjøgnum tunnilin í farna mánaði, og tað er fyrstu ferð nakrantið at ferðslan í einum føroyskum undirsjóvartunli fer upp um 200.000 bilar. Tað merkir at í miðal koyra 6.687 bilar gjøgnum tunnil um dagin.
Serliga er tað millum Eysturoy og Streymoy at ferðslan vaks nógv og koyrdu 177.662 bilar millum tvær báðar størstu oyggjarnar gjøgnum Eysturoyartunnilin í mai. Millum Strendur og Runavík koyrdu 29.632 bilar, sum er tað næstmesta nakrantíð.
Vanliga koyra mest bilar gjøgnum undirsjóvartunlarnar summarmánaðarnar, so hugsadi er, at fleiri ferðlsumet verða sett í summar.
