, ,

Miðlar – FIFA fer at revsa Al-Nassr

Skrivað

wplunnar

Dagfesting

Felagið hjá Cristiano Ronaldo kann vantast eitt keypsforboð, sambært enska blaðið The Mirror.

Grundin fyri forboðið er manglandi bonus gjaldingar á kr. 3,5 mió til Leicester fyri keypið av Ahmed Musa í 2018.

FIFA fekk innlit í sakini í 2021 og nú vilja teir sekta felagið við einum forboðið, at keypa leikarar tey næstu trý vindeygu.

Ahmed Musa leikti 60 dystir fyri Al-Nassr í tvey kappingarár og er nú at finna í týrkiska Sivasspor.

Í farnu viku keypti felagið kroatiska Marcelo Brozovic úr Inter Milan fyri 18 mió evrur. Men tað kann vantast at blíva tað síðsta keypið í summar.