Í sambandi við fosturtøkuráðstevnuna, sum Etiska ráðið skipar fyri í morgin, er eisini ætlanin hjá Etiska ráðnum at framleiða undirvísingartilfar frá ráðstevnuni.
Regin Berg, fakligur skrivari hjá Etiska ráðnum, sigur at ráðstevnan verður tikin upp á band, og at í fyrstu atløgu er ætlanin at framleiða undirvísingartilfar til miðnámsskúlanæmingar, men at tilfarið uttan iva verður viðkomandi fyri næmingar í framhaldsdeildini eisini.
Og orsøkin til at undirvísingartilfarið verður framleitt er tann sama sum orsøkin til at halda ráðstevnuna yvirhøvur: kjakið um fosturtøku er ofta ov hart og kann gerast persónligt.
-Tá tosað verður um fosturtøku í undirvísingarhøpi, er tað ofta á sama hátt sum í almenna kjakinum.Fólk rópa í høvdið á hvørjum øðrum, og tað kann gerast sera ógvisligt, sigur Regin Berg.
-Eg havi hoyrt um gentur, ið sjálvar hava framt fosturtøku, og sum hava sitið í undirvísingarhøli, har tað hevur verið rættiliga óbehagiligt fyri tær.
Regin Berg er greiður yvir, at ráðstevnan ikki fer at loysa allar ósemjur um evnið, og at fólk framhaldandi fara at vera ósamd um fosturtøku. Men ráðstevnan kann vera við at lyfta kjakið upp á eitt hægri støði.
-Vit vilja vita, um vit ikki kunnu gera hetta eitt sindur betri; har vit kunnu hyggja eftir argumentunum, har vit kunnu hyggja eftir hugburðunum eitt sindur objektivt, uttan at tað skal gerast so persónligt, sigur Regin Berg.
Ráðstevnan, sum verður hildin í Skúlanum við Løgmannabreyt, verður í annaðkvøld frá kl. 19 til 21.