Í dag gjørdist greitt, at føroyski venjarin, Mikkjal Thomasen, er ein av trimum tilnevndum venjarum til heiðurin sum besti venjari í Allsvenskan, bestu svensku fótbóltsdeidini.
Heiðurin verður handaður í gallasendingini Allsvenskans Stora Pris 2024, sum verður send beinleiðis í svenskum sjónvarpi næsta mikukvøld. Tað eru venjarar, liðskiparar og ítróttatíðindafólk, sum avgera, hvør verður ársins venjari í Svøríki.
Mikkjal Thomasen gjørdist venjari hjá svenska høvðusstaðarfelagnum AIK í juli. Tá lá felagið í niðaru hálvu á stigataluni. Men eftir eina eitt sindur treka byrjan vendi Mikkjal Thomassen gongdini. AIK vann ein dyst fyri og annan eftir í heyst, og endaði nummar trý í Allsvenskan og spældi seg til Conference League næsta ár.
Avrikið hjá Mikkjali Thomassen verður róst til skýggja í Svøríki, og fótbóltsserfrøðingurin í svenska ríkissjónvarpinum, Daniel Nannskog, metir, at AIK komandi ár við Mikkjali Thomassen sum venjara er ført fyri at bjóða Malmø FF av í stríðnum um svenska meistaraheitið. Malmø hevur verið meistari tvey ár á rað.