, ,

Mikkjal Thomassen hevur vant svenskan meistara

Skrivað

Jóan Pauli Jacobsen

Dagfesting

Tað var á vári 2020, at 15-ára gamli Jeppe Kjær veruliga vísti seg fram á fótbóltspallinum. Tann 1. mars 2020 spældi hann fyrsta dystin fyri AC Horsens á sjálvum 16-ára føðingardegnum og gjørdist sostatt hin yngsti leikarin í donsku Superliguni nakrantíð. Og hann var bert 16-ár og 129 dagar gamal, tá ið hann gjørdist yngsti málskjútti í Superliguni tann 8. juli 2020. Seinni hevur FCK-leikarin, Roony Bardghji, tikið metið. Hann var bert 16 ár og 13 dagar gamal, tá hann skoraði fyrsta málið í Superliguni.

Ajax Amsterdam keypti Jeppe Kjær fyri 15 milliónir krónur, men hann treivst ikki og megnaði ikki at spæla seg á U21-liðið; eisini kallað Jong Ajax. Umvegis Bodø/Glimt varð hann læntur út til Sandefjord og Fredrikstad, har hann kom undir veingirnar hjá Mikkjali Thomassen og gjørdist liðfelagi hjá Jóannesi Bjartalíð. Har fann Jeppe Kjær fótbóltsgleðina aftur, tá hann skoraði 7 mál og legði upp til 2 onnur í 31 dystum.

Mikkjal ynskti eisini at fáa hann til AIK Stockholm í summar, men Jeppe valdi heldur at skifta til Mjällby AIF, sum eisini førdi Allsvenskan tá og nú kann kalla seg fyri svenskan meistara á fyrsta sinni.