Mikkjal Thomassen og leikarar hansara í svenska felagnum AIK, tryggjaðu sær í dag bronsuna í bestu svensku deildini, Allsvenskan, og harvið eisini luttøku í Conference League-kappingini komandi kappingarár. Hetta var staðfest eftir, at felagið vann sannførandi 5-1 sigur á Halmstads BK.
Undan dystinum var greitt, at AIK noyddist at vinna dystin, um teir sjálvir vildu tryggja sær triðja plássi í Allsvenskan, tí Djurgårdens IF var við 50 stigum, bert eitt stig aftanfyri AIK.
AIK var eisini favorittur á heimavølli, tá teir í dag tóku móti Halmstad, sum undan dystinum lá á 12. plássi í bestu svensku deildini.
Tá 29 minuttir vóru leiktir legði áleyparin Ioannis Pittas AIK framum, men tríggjar minuttir aftaná javnaði Halmstad. Fimm minuttir eftir at Halmsted hevði javnað, fekk ein verjuleikari teirra, Gabriel Wallentin, beinleiðis reytt kort. Beint fyri hálvleik legði miðvallarin Onni Valakari AIK framum, og lítla løtu seinni økti verjuleikarin Eskil Edh um leiðsluna. Sostatt var hávleiksstøðan 3-1 til AIK. Í seinna hálvleiki staðfestu Anton Salétros og Ioannis Pitttas við hvør sínum máli sigurin hjá heimaliðnum, so at endaliga úrslitið gjørdist 5-1.
Við stórsigrinum endaði AIK nummar trý í Allsvenskan við 54 stigum. Við triðjaplássinum fylgjur luttøka í seinna undanumfarinum í Conference League.
Mikkjal Thomassen hevur verið høvuðsvenjari hjá svenska felagnum síðan seinnu helvt av juli mánað í ár. Tá hann tók yvir, lá felagið nummar átta í Allsvenskan – har 16 lið kappast – aftaná 14 umfør. Síðan Mikkjal Thomassen tók yvir, hevur tað mestsum bara gingið ein veg fyri svenska felagið. Samanlagt hevur AIK vunnið 11 av 16 dystum í Allsvenskan við Mikkjal Thomassen á odda. Harav hevur felagið spælt ein javnleik og tapt fýra dystir.
Mikkjal Thomassen hevur sáttmála fram til ársenda í 2026.