Mikudagin verður ein stórur dagur fyri 761 næmingar, tí tá fara tey í skúla fyri fyrstu ferð.
Talan er um ein lítlan vøkstur samanborið við í fjør, tá um 730 børn fóru í fyrsta flokk.
Skúlin, sum tekur ímóti flest næmingum er skúlin á Skúlatrøð við 76 næmingum; tríggir teirra byrja í serflokki. Í fjør var tað Skúlin á Fløtum, sum tók ímóti flest næmingum, tá byrjaðu 77 næmingar har, í ár er talið á fyrstafloksnæmingum á Fløtum 72.
Tað skrivar Skúlablaðið.
Í fimtan skúlum byrja færri enn tíggju næmingar; í fýra teirra bara ein næmingur.
Hetta skúlaárið er, eins og í fjør, 11 forskúlar við til samans 233 næmingum samanborið við 226 í fjør. Størsti forskúlin er í Skúlanum á Fløtum við 53 næmingum. Honum á baki koma Runavíkar kommunuskúli og Sankta Frans við ávikavist 48 og 47 næmingum.
Serflokkarnir eru tíggju í tali, næmingatalið er 208, harav 148 eru dreingir; harumframt kemur Lopfjølin, sum er partur av Skúlanum á Fløtum, við níggju næmingum.
Í teimum trimum frískúlunum ganga 169 næmingar. Størstur av frískúlunum er Frískúlin Keldan við 87 næmingum.
Næmingatalið fyri alt landið er 7.113, skrivar Skúlablaðið.