Svenska fyritøkan Minesto, sumí nøkur ár hevur ment sjóvarfalsorku í Vestmannasundi, hevur saman við samstarvspørtum, millum annað Sev, fingið játtaðar 25 milliónir svenskar krónur, sum skulu brúkast til at menna eitt sonevnt mikronet til elframleiðslu. Tað skrivar Sev.
Fíggingin kemur frá Swedish Energy Agency
Mikronetið skulu brúkast í økjum, sum eru leys av elnetinum í meginøkinum, eitt nú á útoyggjum í Føroyum.
Verkætlanin fevnir um bæði sjóvarfalsorkuverk og battarískipan til goymslu av orkuni.
Roknað verður við, at arbeiðið byrjar í august.
Orkuverkið skal royndarkoyrast í Vestmannasundi, sum eisini verður eitt miðdepil í menningini.
Í verkætlanini eru eisini við Capture Energy og IVL Swedish Environmental Research Institute.
Minesto sigur hetta vera ein sermerkt loysn, sum gevur støðuga elorku til mikronet.