,

Minka mun­andi um kvot­ur í Barents­hav­in­um

Skrivað

Búi Tyril

Dagfesting

Noreg og Russland hava avtalað at minka so mikið sum ein fjórðing um mest loyvdu veiði av toski í Barentshavinum fyri 2025. Toskakvotan har verður tann lægsta síðan 1991, sigur tað norska fiskimálaráðið.

“Tað er gott at vit hava gjørt semju við Russland hóast vit eru í einari óvanligari støðu eisini í ár,” varð tann norski fiskimálaráðharrin Marianna Sivertsen Næss endurgivin fyri at viðmerkja.

“Avtalan leggur støði undir langtíðar og burðardygga stýring í Norðurhøvum og er alneyðug fyri at verja toskastovnin og onnur fiskasløg í Barentshavinum,” legði hon afturat.

Føroyingar hava sambært almennar upplýsingar hjá Fiski- og Samferðslumálaráðnum fyri 2024 eina kvotu upp á góð 15.000 tons av toski, 2.000 tons av hýsu og 4.000 tons av rækjum í russiskum og norskum sjógvi í Barentshavinum, harav rækjukvotan og meginparturin av toskakvotuni er í russiskum sjógvi.

Júst í hvønn mun tann føroyski parturin væntandi fer at minka fyri komandi ár er ein samráðingarspurningur sum enn ikki er avgreiddur, vísa keldur á.