Minkandi undirtøka fyri HPV-koppseting

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Heilsustýrið hevur almannakunngjørt nýggj tøl, sum vísa eina greiða minkandi undirtøku fyri HPV-koppsetingini millum børn og ung í Føroyum.

Samanborið tey, ið vórðu fødd í 2008 og 2011, er undirtøkan hjá bæði gentum og dreingjum farin niður um eina helvt. Í flestu økjum í landinum er fallið millum 14 og 38 prosentstig.

Tølini vísa eisini, at tað er stórur munur millum økini. Minsta undirtøkan er í Norðoyggjum og Sandoynni, meðan hægsta undirtøkan er í Suðuroynni og Streymoynni, tó uttan høvuðsstaðin.

Samanumtikið eru góð 80 % av teimum 16 ára gomlu gentunum liðugt koppsettar, meðan gott helvtin av dreingjunum hava fingið allar koppsetingarnar. Hjá teimum 13 ára gomlu er undirtøkan 42 % hjá gentum og bert 25 % hjá dreingjum.

Orsøkirnar eru fleiri, men ein er, at gentur hava fingið tilboð um HPV-koppseting síðani 2009, meðan tilboðið til dreingir kom seinni, í 2019.

Koppsetingin er ókeypis og verjir móti meginpartinum av HPV-elvdum krabbameini. Heilsustýrið arbeiðir nú við eini talgildari áminningarskipan, sum skal fáa fleiri at fylgja tilmælunum.