Minni hall enn væntað

Skrivað

FM1

Dagfesting

Landsstýriskvinnan við fíggjarmálum, Ruth Vang, legði fyrrapartin uppskotið til fíggjarlóg fyri 2025 fram.

Uppskotið vísir eitt hall uppá góðar 80 milliónir krónur, sum er heldur minni enn mett frammanundan..

Samlaðu inntøkurnar í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2025 eru 7.436,0 mió. kr. Harav eru
skattainntøkur 3.403,7 mió. kr. Inntøkur frá avgjøldum og tolli eru mettar til 3.773,9 mió. kr.

Rakstrar-,løgu- og útlánsútreiðslurnar (netto) verða mettar til 7.518,8 mió. kr. Harav eru
nettorakstrarútreiðslurnar 6.906,0 mió. kr., og løgu- og løgukendar útreiðslur eru 612,8 mió. kr.
Í játtanarkørmunum í vár varð roknað við halli á 12,6 mió. kr. í 2025 eftir átøk. Uppskotið til
fíggjarlóg fyri 2025 vísir eitt hall á 82,8 mió. kr. (RLÚ 1 -úrslitið).

Orsøkin til hallið er lægri inntøkurfrá ymiskum skattum og avgjøldum enn mett, at rentupostarnir eru broyttir, umframt at løgurnar eru eitt vet hægri enn ætlað í játtanarkørmunum. Harafturat verður mett, at um 100 mió. kr. í ónýttum løgum frá 2024 verða nýttar í 2025, sum ávirkar úrslitið samsvarandi.


Fyri 2025 eru rakstrarútreiðslurnar 6.906 mió. kr. Í mun til samtyktu fíggjarlógina fyri 2024, er
rakstrarvøksturin á 4,9%, sum er fíggjarpolitiska málið hjá landsstýrinum fyri hesa fíggjarlógina.
Langsiktaða fíggjarpolitiska málið er, at rakstrarvøksturin á fíggjarlógini ikki skal vera hægri enn
metti búskaparvøksturin. Tað merkir, at eisini á fíggjarlógaruppskotinum fyri 2026 verða framd átøk,
sum skulu tálma útreiðsluvøksturin, og roknar landsstýrið við, vísandi til játtanarkarmarnar, at hava
javnvág/avlop í 2026.

-Landsstýrið rekur við hesum fíggjarlógaruppskotinum ein ábyrgdarfullan fíggjarpolitikk og leggur
upp fyri avbjóðingunum, sum standa fyri framman. Fíggjarmálaráðið metir, at føroyski búskapurin
sum heild er væl fyri at handfara eitt tíðarskeið, sum kann koma við lægri búskaparvøkstri og
møguligum halli í landskassanum, seghði Ruth Vang, tá ið hon legði uppskotið alment fram fyrrapartin