Í gjár setti Sands kommuna minnisplátu yvir skaldið og rithøvundan, Mourits Mohr.
Mourits Mohr, sum livdi frá 1918 til 1956, yrkti millum annað kenda sangin um lítla Snar. Ørindið, sum stendur á plátuni, er úr sanginum um lítla Snar
Minnisplátan stendur væl fyri og er nærmasti granni hjá ungmannafelagshúsinum.
Á Facebook skrivar Sands kommuna:
– Til stuttleikar kann nevnast, at hugskotið at minnast Mourits Mohr, og at lítli Snar skuldi vera myndevni, kom fram á eini hugnaløtu, sum Jóhanna og Jákup Reinert Hansen bjóðaðu “steinbindikonunum” til, tá tey fluttu í nýggju húsini.