Hálvbakkurin hjá Blackburn Rovers, James Forrest, spældi fyrsta landsdystin 17. mars 1884, har Ongland vann 4-0. Árið eftir varð hann aftur úttikin ímóti Skotlandi. Skotskir myndugleikar mótmæltu, tí Forrest var yrkisleikari. Tá fekk hann £1 um vikuna frá Blackburn. Forrest fekk loyvi at spæla, men mátti spæla í einum øðrum liti, so hann var frámerktur. James Forrest var fyrsti yrkisleikarin, sum spældi á enska A-landsliðnum.
Tann 15. mars 1890 vann Ongland 9-1 á Írlandi og tá vóru allir yrkisleikarar á enska liðnum. Tað hendi bara fýra ferðir í 19. øld.
Seinastu ferð, at alt landsliðið var mannað við áhugaleikarum, var í 1-1 javnleikinum ímóti Wales á Kensington tann 18. mars 1895.
Enska fótbóltssambandið setti eitt áhugalandslið á stovn í 1906. Umframt at luttaka í OL varð áhugalandsliðið sent uttanlanda at spæla landsdystir og dystirnir eru skrásettir av FIFA. Fyrsta áhugalandsliðið varð mannað við 6 leikarum, sum høvdu spælt “ordiligar” landsdystir.
Málmaðurin hjá uttan-deildarfelagnum Dulwich Hamlet, Bert Coleman, varð úttikin 14. mars 1921, tá Ongland spældi ein 0-0 javnleik ímóti Wales á Ninian Park í Cardiff. Hann gjørdist fyrsti Dulwich-leikarin á A-landsliðnum, men seinni spældi eisini liðfelagin, Edgar Kail, á A-landsliðnum.
Tann 20. oktober 1923 var Alfred Bower á enska landsliðnum, sum tapti 1-2 fyri Írlandi. Fýra ferðir afturat fekk hann landslisboð og var enntá liðskipari tríggjar teir seinastu landsdystirnar. Við Bower sum liðskipara vann 4-0 á Belgia og 2-1 á Wales, meðan seinasti dysturin endaði 3-3 ímóti Wales tann 12. februar 1927, har Dixie Dean skoraði 2 mál. Tað er samstundis seinastu ferð, at ein áhugaleikari hevur verið liðskipari hjá Onglandi og Bower eigur metið fyri flestar landsdystir sum áhugaleikari. Harafturat spældi Bower 13 dystir fyri áhugalandsliðið sum verjuleikari.
Alfred Bower kom úr áhugafelagnum Corinthians, sum legði doyðin á ítróttaanda og ærligt spæl. Leikararnir fingu onga løn fyri at spæla fótbólt. Hann royndi seg eisini í bestu deildini, tá hann spældi tríggjar dystir fyri Chelsea í mars 1924, men Chelsea flutti niður. Árið eftir spældi hann 6 dystir fyri Chelsea í 2. deild.
Áleyparin Vivian Gibbins skoraði tvey mál í byrjanardystinum tann 17. mai 1924. Hann spældi ein landsdyst afturat, eisini ímóti Fraklandi, og skoraði aftur. Hann skoraði sostatt trý mál í tveimum landsdystum. Gibbins var úttikin sum Clapton-leikari, men spældi eisini við West Ham. Hann var fyrsti ólønti West Ham-leikarin, sum endaði ovast á málskjúttaralistanum hjá felagnum, tá ið hann skoraði 18 mál í kappingarárinum 1930-31, harímillum eitt hattrick ímóti Manchester United í oktober 1930.
Miðverjin William Bryant var føddur í Gent í Hollandi og spældi fyri Clapton. Hann spældi einasta landsdystin 21. mai 1925, tá Ongland vann 3-2 á Fraklandi, hóast teir endaðu dystin við 9 monnum. Áðurnevndi Viv Gibbins fór út við skaða í 35. minutti og málmaðurin Frederick Fox í 75. minutti, tá Frakland skoraði seinna málið.
William Bryant royndi seg eisini í Fótbóltsdeildini við Millwall, har hann spældi fleiri enn 130 dystir, áðrenn hann flutti aftur til Clapton.
Áleyparin Claude Ashton var føddur í Calcutta í India. Hann varð úttikin til dystin ímóti Írlandi tann 24. oktober 1925. Dysturin endaði 0-0, har Ashton spældi miðframherji og var liðskipari. Tað er samstundis seinastu ferð, at leikari, sum bara spældi 1 landsdyst, hevur verið liðskipari á enska A-landsliðnum. Hann umboðaði Corinthians.
Edgar Kail umboðaði Dulwich Hamlet. Summarið 1929 sendi enska fótbóltssambandið eitt landslið avstað, sum skuldi spæla ímóti Fraklandi, Belgia og Spania. Eins og ViV Gibbins skoraði Edkar Kail tvey byrjanarmál, tá Ongland vann 4-1 á Fraklandi. Triðja dystin tapti Ongland heilt óvæntað 3-4 fyri Spania og Edgar Kail er samstundis seinasti uttan-deildarleikarin, sum er úttikin til enska A-landsliðið.
Upprunaliga varð hann úttikin til dystin ímóti Fraklandi í 1925, men mátti geva avboð. Hann fekk aftur landsliðsboð í apríl 1929 ímóti Skotlandi, men var eykamaður, sum ikki spældi. Eftir nevnda summartúrin varð hann ímóti ársenda eisini úttikin til dystirnar ímóti Írlandi og Wales, men spældi ikki.
Edgar Kail skoraði 427 mál fyri Dulwich Hamlet árini 1919 til 1933, harímillum 53 mál kappingarárið 1925-26, tá Dulwich vann The Isthmian League.
Miðverjin Bernard Joy spældi við Arsenal, hóast hann stóð skrásettur til at spæla við Casuals, tá Ongland tapti 2-3 fyri Belgia tann 9. mai 1936. Tá í tíðini var ikki óvanligt, at leikarar umboðaðu fleiri lið, men hóast Bernard Joy ikki verður roknaður sum uttan-deildarleikari í einasta landsdysti sínum, so er hann hin seinasti áhugaleikarin, sum hevur umboðað enska A-landsliðið. Hann gjørdist eisini meistari við Arsenal kappingarárið 1937-38.