Lítla bretska hjálandið Gibraltar er 6,5 km2 í vídd og okkurt um 33.000 fólk búgva har; bara San Marino hevur færri íbúgvar. Bretar tóku Gibraltar í 1704 fyri at vissa sær, at teir kundu fáa siglt inn í Miðjarðarhavið. Spania krevur ognarrættin; men á fólkaatkvøðu í 1967 var stórur meiriluti fyri at vera undir Bretlandi. Í mong ár var markið stongt, men í 1985 varð tað latið uppaftur.
Í mun til fleiri onnur fótbóltssambond er fótbóltsspælið í Gibraltar fyrndargamalt og man sterka tilknýtið til vápnaðu bretsku hermegina eiga sín leiklut. Gibraltiska fótbóltssambandið varð stovnað 1. mai 1895. Nøkur klubblið (Prince of Wales varð stovnað í 1892 og Gibraltar Football Club i 1893) og nøkur herlið vóru tøk til dystir, sum eisini var lagaligt, tá tey áttu vøllirnar.
Steypakappingin – The Merchants Cup – varð eisini stovnað í 1895. Fyrstu vinnararnir vóru: Gibraltar Football Club í 1895, Jubilee Football Club (í 1896 og 1897), Albion Football Club (1898), Exiles Football Club (1899) og Prince of Wales Football Club (1900).
Umleið 1902 lótu hernaðarmyndugleikarnir ein av 4 vøllum til klubblið at spæla á. Tað merkti, at klubbliðini kundu spæla regluliga ímóti hvørjum øðrum.
Í oktober 1907 byrjaði landskappingin og hon varð skipað av gibraltiska fótbóltssambandinum. Fyrsti meistari var Prince of Wales FC.
Kortini gekk rúm tíð, áðrenn Gibraltar varð viðurkent av teimum stóru fótbóltssamgongunum, men í 2013 eydnaðist at fáa UEFA-limaskap og í 2016 FIFA-limaskap.
Tað var um sama mundið, í 2013, at ein bretskur tannáringur, Mick Embleton, munnaði sær á Bruno’s Bar & Restaurant í Gibraltar, sum omman og abbin eiga. Nakrar kaldar fóru niðurum og brádliga høvdu teir stovnað eitt fótbóltsfelag, sum varð uppkallað eftir yndisfelagnum Newcastle United og matstovuni. Felagið fekk navnið Football Club Bruno’s Magpies.
Hósdagin í farnu viku eydnaðist tað øl-liðnum at basa Derry City, sum í 2023 basti HB, eftir longda leiktíð, tá Bruno’s Magpies skoraði í 111. minutti. Nú skal liðið møta FCK úr Keypmannahavn, sum endaði framman fyri Manchester United í Champions League bólkinum farna kappingarár. Í dag er Football Club Bruno’s Magpies eitt yrkisfelag burturav.