Tað var satt gullregn hjá føroysku badmintonleikarunum, tá ið teir í dag vóru við í øllum fimm finalunum í badminton. Føroyar gjørdu ikki mætari enn at vinna allar finalurnar.
Seinasta finalan í blandaðum tvímansleiki var rein føroysk, og vunnu Miriam í Grótinum og Rúni Øster bæði sítt triðja gullmerki í dag, við at vinna bæði settini móti Magnusi Dal-Christiansen og Bjarnhild í Buð Justinussen. Sett úrslitini vóru 21-17 og 21-12.
Fyrr í dag hava Rúni Øster og Miriam í Grótinum vunnið gull hjá ávikavist monnum og kvinnum.
Tey bæði vóru eisini við at vinna tvímansleikin og tvíkvinnuleikin. Rúni saman við Magnusi Dal-Christiansen og Miriam saman við Bjarnhild í Buð Justinussen.
Endin á Oyggjaleikunum gjørdist harvið frálíkur hjá badmintonleikarunum, eftir at teir fyrr í vikuni taptu finaluna í liðkappingini móti Grønlandi.