Tað grør um gangandi fót í føroyskum flogbólti. Landsliðini hjá bæði monnum og kvinnum luttaka í hesum døgum í Silver League kappingunum, har kvinnurnar í síðstu viku vunnu ein søguligan sigur og mennirnir góðu Lettlandi skarpa mótstøðu.
Sterkastu føroysku feløgini fara nú eisini at luttaka í altjóða kappingum. Í gjárkvøldið boðaði SÍ frá, at teirra kvinnulið verið við í komandi Challenge Cup kapping. Í morgun hevur Mjølnir boðað endaliga frá, at sterka mansliðið hjá teimum, sum nýliga gjørdist føroyameistari fimta árið á rað, eisini verður við í Challenge Cup í heyst.
Mjølnir hevur undir kønari leiðslu duga sera væl at fingið til vega dugnaligar leikarar og venjara. Næsta stigið fyri felagið er nú at taka fyrsta fetið út á altjóða pallin við einum liðið, sum er væl samansett av royndum leikarum og ungum evnaríkum talentum.
Hin 19. juli verður greitt, hvørjum Mjølnir skal leika ímóti, og sambært Jóhann Lútzen, formanni, er ætlanin at fáa badmintonhøllina í Klaksvík góðkenda til dystin, soleiðis at heimadysturin kann leikast í Klaksvík.