Møguliga ikki pláss fyri øllum føroysku fjepparunum í Oslo

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

(greinin er dagførd klokkan 17.02 20. mars 2025)

Hóast tað framvegis ikki er endaliga greitt, um manslandsliðið í hondbólti megnar at spæla seg til EM-endspælið í Oslo 2026, so tykist áhugin verða so stórur, at tað kann gerast eitt ivamál, um tað verður pláss fyri øllum føroysku viðhaldsfólkunum til dystirnar.

Unity Arena, har Føroyar skulu spæla sínar dystir, verður sambært evropeisku hondbóltssamgonguni sett upp til at hýsa 8.000 áskoðarum undir EM-endaspælinum, og við tí stóra áhuganum, sum er millum føroyingar at fara til Oslo, kann væl verða, at tað ikki verður pláss fyri øllum føroyingunum í høllini.

Unity Arena er annars ein stór innandura marghøll/fótbóltbólthøll, sum kann hýsa upp til 25.000 áskoðarum til konsertir og 15.000 til fótbólt. Undir EM-endaspælinum verður hondbóltvøllurin tó settur upp til umleið 8.000 áskoðarar.

Andrass Thomsen, stjóri í Hondbóltssambandinum, sigur, at tey fyrst og fremst hava fokus á at tryggja plássið í EM-endaspælinum. Hann sigur tó, at Hondbóltssambandið hevur fingið lova ein stóran part av atgongumerkunum, hóast øll londini eru tryggjaði ein ávísan part av plássunum. Hondbóltssambandið hevur, sambært Andrass Thomsen, fingið at vita, at pláss verður fyri 8.500 áskoðarum í Unity Arena í endaspælinum.

Føroyar kunnu ikki koma í bólk saman við Noregi, Danmark, Svøríki, Íslandi og Týskland, sum longu er koyrd í aðrar bólkar. Tað ger, at tað er lítil møguleiki fyri, at Føroyar kemur í bólk saman við einum øðrum landi, sum hevur nógv viðhaldsfólk við sær.

Ferðmannastovan 62 Norður boðar frá, at 5000 fólk hava skrivað seg upp at fara til EM-endapælið, Smyril Line umhugsar at fara við Norrønu til Oslo, og Rúni Djurhuus frá Eventz.fo sigur, at tey eisini fara at skipa fyri ferð til Oslo, um menninir spæla seg til EM. So tað er skjótt at telja upp í 8.500, hóast tað framvegis eru 10 mánaðir til EM-endaspælið.