Møguligt samstarv millum Setrið og fronsk universitet

Skrivað

wplunnar

Dagfesting

Franski sendiharrin í Danmark, Christophe Parisot, er á arbeiðsvitjan í Føroyum í hesum døgum, og seinnapartin í gjár var hann, saman við fylgi sínum, á fundi á Setursskrivstovuni hjá Fróðskaparsetur Føroya fyri at kunna seg um virksemið á Fróðskaparsetrinum, og at umrøða møguligt samstarv millum Setrið og universitet í Fraklandi.

Tað skrivar heimasíðan hjá Setrinum.

Við á fundinum vóru Carl Engelsen, stjóri á Institut Français í Keypmannahavn, Malan Marnersdóttir, professari á Fróðskaparsetri Føroya, Hanna Jensen, franskur konsul í Føroyum, Christophe Parisot, franskur sendiharri í Danmark, Martin Tvede Zachariasen, rektari, og Johan Hansen, fyrisitingarstjóri á Fróðskaparsetri Føroya.

Á fundinum varð millum annað umrøtt, at í longdini eru møguleikar fyri skiftislestri millum Fróðskaparsetur Føroya og fronsk universitet.