Lewandowski, Milik, Zielenski, Szczesny og hinar pólsku stjørnurnar vóru á vitjan í Moldova á Zimbru Stadium.
Tann heilt stóra sensatiónin í bólki E bleiv veruleiki, tá ið Moldova vann ein 3-2 sigur á stórfavorittinum úr Pólandi.
Póland legði seg beinanvegin á odda, tá ið 12 minuttir vóru farnir, málskjúttin var Arkadiusz Milik. Seint í fyrra hálvleiki økti heimstjørnan Robert Lewandowski um munin. 2-0 var hálvleiksstøðan og her kundi ikki annað hugsast, at pólendingar fóru at vinna sannførandi.
Ion Nicolaescu, sum til dagligt spælir í Beitar Jerusalem, var tendraður í dag og fekk vent dystinum hjá Moldova. Fyrst eitt mál tíðliga í øðrum hálvleiki og tað seinna 11 minuttir fyri leiklok.
Sensatiónin lúrdi og tað bragdaði hjá Moldova, tá ið 5 minuttir vóru eftir. Hesuferð skoraði Vladislav Baboglo sigursmálið og Póland fóru tómhendir heimaftur.
Hettar merkir at Moldova nú er á triðja plássinum og togar seg frammum Póland, sum nú liggja á fjórða plássinum. Ovast eru Tjekkia og Albania, meðan Føroyar eru niðast í bólki E.
Næsti dystur hjá Moldova er ímóti Føroyum á Tórsvølli, sum er tann 10. september.