, ,

Møti børnunum har sum tey eru

Skrivað

Heidi Lindenskov Róadóttir

Dagfesting

Børn og ung verða í dag ofta útsett fyri órealistiskum kropsmyndum á netinum, har kvinnuligir kroppar vanliga verða vístir við smalari miðju, stórum bróstum, longum beinum og klænum búki. Hetta kann elva til skeiva fatan av, hvussu ein vanligur kroppur sær út.

Sára Gullfoss, heilsufrøðingur, sigur, at tá ið børn í undirvísingini síggja myndir av vanligum kroppum, kunnu tey gerast kløkk, tí tey eru ikki von við slíkar myndir. Hon leggur dent á týdningin av, at foreldur tosa við børnini um slíkt.

Tað er týdningarmikið hjá børnum og ungum at trívast í sínum egna kroppi. Tað er ógvuliga typiskt at børn og ung spegla sær í hvørjum øðrum, at tey hoyra til, og hava vinir – tey skulu vera sum hini. Gransking vísir á at um man stríðist við kroppinum, so ávirkar tað sambandið til onnur rundanum teg.