Í sambandi við landsdystin móti Niðurlondum í morgin heitir Hondbóltssambandið á fólk at møta tíðliga og at koyra fleiri saman í hvørjum bili.
Hondbóltssambandi gleðir seg at bjóða áskoðarum til fyrsta landsdystin við Tjarnir móti Niðurlondum klokkan 19.00 í annaðkvøld.
Stórur áhugi er fyri landsdystinum og fleiri enn 3000 áskoðarar verða til dystin.
Dyrnar lata upp klokkan 16.30, og í høllini verður møguleiki at keypa sær okkurt at eta og drekka. Eisini verður tónleikur, andlitsmáling og søla av fjepparalutum.
Í løtuni ber einans til at koyra til stórhøllina umvegis rundkoyringina við Eysturoyartunnilin. Roknast kann við, at nógv ferðsla verður niðan til høllina, tí er umráðandi, at áskoðarar møta í góðari tíð.
Hóast tað eru fleiri enn 600 parkeringspláss við høllini, so heitir Hondbóltssambandið á fólk, at royna at savnast í fleiri bilum, tí royndirnar frá undanfarnu tiltøkum í høllini eru, at stórt trýst er á bæði í ferðsluni og á parkeringsplássunum.