Í samband við, at nýggi verksmiðjutrolarin Emerald kemur á Havnina hósdagin, so verður skipað fyri móttøku á Eystaru bryggju, har skipið leggur at, klokkan 16.
Talur verða hildnar og verksmiðjutrolarin verður doyptur. Aftaná sjálvt hátíðarhaldið verður høvið at koma umborð at síggja nýggja trolaran.
Trolarin er smíðaður á Tersen skipasmiðjuni í Turkalandi. Hann er 87,5 metrar langur, 18 metrar breiður, og 11 metrar djúpur.
Motorurin er ein 7.320 KW Wartsila.
Hendan fyrsta túrin fara teir í Barentshavið at fiska rækjur, og skipari verður annaðhvørt John Mikkjal Godtfred ella Jákup Joensen.
20 mans verða við fyrsta túrin.
Emerald tekur eini 900-1000 tons av rækjum.
Skipið hevur kostað umleið 400 milliónir, og skal fiska botnfisk og rækjur.
Tað er P/f Havborg, sum hevur latið skipið byggja.